Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða sum stuðulsfólk/mentorar í Suðuroy.
Nýggju starvsfólkini verða partur av verandi toymi, hvørs uppgáva higartil hevur verið at vera stuðul/mentor hjá vaksnum fólkum. Tænastan verður nú víðkað til eisini at umfata tænastu til heimabúgvandi børn og ung í Suðuroy, sum hava skerdar førleikar av ymiskum slag, og tí er tørvur á tveimum starvsfólkum afturat.
Um størvini
Talan er um tvey størv fulla tíð at byrja skjótast gjørligt. Um tú ynskir at arbeiða eitt sindur niðursettan brøk, verður møguleiki at tosa um tað.
Arbeiðstíðin verður í dagtímunum millum kl 8 og kl. 16. Tó kann blíva talan um at arbeiða um kvøldið, um tørvur verður á tí.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er