Tórshavnar kommuna
Útgivið
8. november 2024
Útgongur
25. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir tveimum ergoterapeutum, til fast starv frá 1. januar 2025 ella skjótast gjørligt.

Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar kommunu, so hesin gerst virkin og vakin alt lívið.
Arbeitt verður við at menna tænastuna til borgaran til eina rehabiliterandi tilgongd, har støðið verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum og stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv við røktarstarvsfólk og fysioterapeutar. Ergoterapitoymið er staðsett í Heilsuhúsinum, ið veitir tænastu til búfólk og heimabúgvandi borgarar, og har tær tvørgangandi tænasturnar verða skipaðar.

 

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið