Lýsing
Vilt tú vera við at skapa og menna komandi føroyskar leiðarar?
Nú kanst tú søkja starv sum parttíðar undirvísari, við byrjan 1. august 2025
Diplomútbúgvingin í leiðslu (DLÚ) er hægri útbúgving á professiónsbachelor stigi, og gevur teimum lesandi møguleika at menna seg til dugnaligar leiðarar innan øll hugsandi øki. Vit arbeiða við viðkomandi ástøði og seta leiðslu í verki í miðdepilin.
Starvsøkið
Sum undirvísari á diplomútbúgvingini verður tú partur av einum toymi við 3-4 undirvísarum. Høvuðsundirvísarin er samskipari á útbúgvingini. Tú verður við at ráðleggja undirvísingina í toyminum.
Fyrsta hálva árið verður tú partur av eini mentorskipan, har tú arbeiðir saman við einum royndum undirvísara. Undirvísingin er vanliga fríggjadagar millum 9 og 17. Tú kemur at undirvísa umleið tríggjar fríggjadagar hvørt hálvár.
Arbeiðsuppgávur
- Undirvísing og vegleiðing á diplomstigi
- Menning av undirvísingartilfari og læringsátøkum
- Luttøka í fakligum samstarvi og dygdarmeting
Førleikar
Tað er ein treyt, at tú hevur viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur:
- Royndir við undirvísing á BA og/ella MA støði
- Drúgvar starvsfólkaroyndir við góðum úrslitum at vísa á
- Leiðslufaklig evni
- Góð evni at miðla, og hug at arbeiða við vaksnum lesandi
- Góð samstarvsevni
Løn og treytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið um tímalønir innan økið. Starvið sum tímalærari verður sett í 2 ár, við starvsbyrjan 1. august 2025. Nærri kunning fæst við at skriva til fje@glasir.fo
Umsókn
Umsókn við lívsrensli, avrit av prógvum og viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi 1. apríl 2025.