Lýsing
Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast til ber og til
20.06.2025
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
- undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og hava
ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans - dugir at samstarva og er fyrikomandi
- er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
Harumframt skal varaskúlastjórin
- standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
- saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
- saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri
samávirkan og samábyrgd
Førleikakrøv
- Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera
fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava: - góð leiðslu- og samstarvsevni
- vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
- góðan málsligan førleika á skrift og í talu
- førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í
starvinum.
Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. januar 2025 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast á: rks@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331
ella 477331.
Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 500 næ mingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í
tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í
forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt
sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.