Hoyvíkar skúli
Útgivið
14. april 2025
Útgongur
30. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Her sleppur tú saman við leiðslutoyminum, at seta tín dám á vangan hjá skúlanum framyvir.

Í Hoyvíkar skúla ganga um 370 næmingar í 1. til 9. flokki. Í skúlanum er eisini eitt skúlatilboð til børn við autismu og líknandi avbjóðingum. 50 starvsfólk starvast í løtuni í Hoyvíkar skúla. Starvið verður sett frá 1. august 2025.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
  • undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið
    annars skal taka lut í og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu
    leiðsluni av virksemi skúlans

Harumframt skal varaskúlastjórin saman við leiðslutoyminum

  • standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
  • átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
  • skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og
    medábyrgd

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er kann tað vera ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava

  • góð leiðslu- og samstarvsevni
  • vilja og evni at royna nýggjar leiðir
  • góðan málsligan førleika á skrift og í talu
  • førleikar at taka neyðugar avgerðir og vera sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Hoyvíkar skúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Mánaðarlønin er kr. 47.752,62 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir
Umsókn saman við prógvi/-um, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30.apríl 2025.

Umsóknin verður send skúlanum við posti, sí ovast á síðuni, ella við telduposti til:
hoy@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Mariu Reinert Jensen, skúlastjóra á tlf. 290069 ella við at senda teldupost til hoy@skulin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið