VØRN
Útgivið
18. maj 2022
Útgongur
30. maj 2022
Staður
Postsmoga 1238, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri at menna KT-skipanir og tænastur, ið eru øllum føroyingum til frama?

Stutt um Veðurstovuna og uppgávurnar
Veðurstovan er nýliga byrjað, og nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman. Vit hava tí brúk fyri einum ágrýtnum og framskygdum KT-mennara, ið kann fáa ymisku tænasturnar út til brúkararnar. Vit á Veðurstovuni fara at arbeiða saman við tær at menna tænastur út frá mátingum, hagtølum og forsagnar-modellum av ymiskum slag. Vit eiga sterkar rokniservarar til egin modellir v.m. og hava atgongd til mátingar og modelldata frá øðrum veðurtænastuveitarum. Operationel veðurfrøði er í eini broytingartíð, har alt meiri av arbeiðinum gerst sjálvvirkið og lagt til teldurnar at loysa. Tú verður ein krummtappur í hesi tilgongd, fært stóra ávirkan á egnan arbeiðsdag og arbeiðsuppgávur, umframt møguleika at menna teg innan viðkomandi egin áhugaøki.

Høvuðsuppgávur:

  • Menning av nýggjum teldutøkum tænastum
  • Databasi við føroyskum mátingum og modelúrslitum
  • Telduskipanir og datasamskifti
  • Heimasíða v.m.

Førleikar
Ynskiligt er at umsøkjarin hevur viðkomandi universitetsútbúgving, ið gevur góðar og breiðar verkligar førleikar innan KT. Í fall umsøkjarin fær prógv innan stutt skoðbrá, so ber eisini til at søkja. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at umsøkjarin hevur royndir innan t.d. KT-umsiting, Python, JavaScript, Linux og Git.

Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • brennir fyri at veita føroyingum eina góða tænastu
  • áhugi fyri veðurviðurskiftum og miðling av slíkum

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Talan kann verða um parttíðarstarv, um serligar umstøður tala fyri tí.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er á veðurstøðini við Hoyvíksvegin.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 30. mai 2022 kl 12:00. Starvið verður sett skjótast til ber.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið