• Tinghúsvegur 64 FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
  • 18. maj 2022
  • vorn.fo

Felagins lýsing

Fiskiveiðieftirlitið

Fiskiveiðieftirlitið er deild undir Vørn, og varð sett á stovn í 1976. Heitið á stovninum var tá Vaktar- og Bjargingartænastan. Navnið varð seinni broytt til Fiskiveiðieftirlitið.

Fiskiveiðieftirlitið hevur sambært § 63 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi eftirlit við, at lógin og kunngerðir við heimild í lógini, verða hildnar, tó § 51, stk. 1 og 2 undantikið.

Fiskiveiðieftirlit á sjónum verður útint av Brimli og Tjaldrinum og donsku sjóverjuni.

Fiskiveiðieftirlitið hevur ábyrgd av eftirlitinum við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttanfyri føroyskan sjógv.

Fiskiveiðieftirlitið skal tryggja, at fiskiskip halda seg innanfyri tillutaðar fiskidagar ella kvotir, og at fiskiskapurin fer fram sambært teimum lógum og kunngerðum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi.

Umframt at útinna eftirlit í føroyskum sjógvi, luttaka føroysku eftirlitsskipini eisini í altjóða sjógvi. Her er serliga talan um NAFO- og NEAFC skipanarøkini.

Av øðrum uppgávum kunnu nevnast :

  • Eygleiðaraskipan
  • Fylgisveinaeftirlit við skipum
  • Góðkenning av innvigingarskipanum
  • Eftirlit við upp- og umskiping av frystum fiski (Port State Control)
  • Eftirlit við avreiðingum hjá føroyskum skipum í útlendskum havnum

Fiskiveiðieftirlitið hevur eisini samstarvsavtalur við aðrar mynduleikar um eftirlit við t.d. burturkasti frá skipum og øðrum.

Endamál

Fiskiveiðieftirlitið virkar eftir lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 og kunngerð um Fiskiveiðieftirlit frá 1995. FVE hevur ábyrgd av eftirlitinum við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjóøkið, og føroyskum skipum, sum fiska innan fiskimark hjá øðrum londum, sum Føroyar hava fiskiveiðuavtalu við, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska í altjóða sjóøkið.

FVE skal tryggja at fiskiskip halda seg innanfyri tillutaðar fiskidagar ella tillutaðar kvotir, og at fiskiskapurin ferð fram sambært teimum lógum og kunngerðum, sum til einihvørja tíð eru galdandi.

At útinna eftirlitið undir Føroyum, hevur FVE samstarvsavtalu við Færøernes kommando, sum greinar hvussu samstarvi viðvíkjandi eftirlitinum verður útint.

 

MRCC

MRCC er stytting av Maritime Rescue Co-ordination Center og virkar saman við Tórshavnradio, sum ein deild í Vørn undir Fiskimálaráðnum.  

MRCC hevur ábyrgdina fyri íverksetan og samskipan av leiting og bjarging á føroyskari havleið - SAR (Search and Rescue).

Harumframt eru avtalur við grannalondini um sínamillum hjálp og samstarv. Síggj avtalurnar við UK Maritime and Coastguard Agency og JRCC Iceland.

Samarbeiðsavtalur eru gjørdar við Atlantic Helicopters og Arktisk Kommando.

Aðrar uppgávur hjá MRCC umfata m.a. at taka ímóti fráboðan um oljudálking á føroyskum havleiðum, sjúkraflutning við tyrlu, avgreiða boð um yvirgang á føroyskum skipum (ISPS), og at gera og lýsa siglingarávarðingar.

Vanliga virkisøki hjá MRCC er havleiðin úr fjøruni og út á 200 fjórðingamarkið ella miðlinjuna millum lond.

Støðin er mannað alt samdøgnið og allar dagar í árinum.

Støðin er góðskustýrd við einari innanhýsis góðskuskipan.

 

Veðurstøðin

Veðurtænastan hevur hesar uppgávur:

• Radiosonderingar tvær ferðir um samdøgrið
• Innlesa veðurforsagnir á telefonsvarara fýra ferðir um samdøgrið
• Umsita veðurstøðirnar: Akraberg, Mykines, Fugloy, Borðan, Eiði og Tórshavn

Við yvirtøkuni av veðurtænastuni í 2009 varð samtykt, at sum frá líður, er tað ynskiligt athava eina útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu.

Veðurtænastan fer at hava betri og meira álítandi veðurforsagnir fyri allar Føroyar. Hon ferat røkja føroysk áhugaøki, hava betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum avveðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu,tilbúgving og  føroyskasamfelagið sum heild.

Ein arbeiðsbólkur kom, við støði í einum breiðum stuðli og áhuga, til ta niðurstøðu, at tørvur er á einari útbygdari føroyskari veðurtænastu.

Leys størv í Vørn

Ongar starvslýsingar funni.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið