Landsverk
Útgivið
21. januar 2026
Útgongur
4. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at arbeiða við tekniskt avbjóðandi uppgávum, og vilt tú brúka tínar førleikar at gera mun í samfelagnum? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Á Landsverki kanst tú fáa ávirkan á framtíðar infrakervi, bæði við smærri ferðslutrygdaruppgávum og við størri samfelagsútbyggingum.

Um starvið
Tú fert at arbeiða í einum fakligum toymi saman við starvsfelagum, ið eins og tú brenna fyri at betra og halda infrakervið í Føroyum. Uppgávurnar fevna um at menna og viðlíkahalda landsins undirstøðukervi, sum t.d. tunlar, brúgvar, havnir og tyrlupallar. Nakrar uppgávur verða bodnar út til uttanhýsis arbeiðstakarar, og her verður tín leiklutur at seta karmarnar, samskipa og stýra verkætlanum. Aðrar uppgávur loysa vit sjálvi, og í teimum førunum verður tín uppgáva at leiða arbeiðið innanhýsis. Leikluturin setur krøv til tíni samstarvsevnir og krevur eisini, at tú hevur gott yvirlit.

Tú fært góðar møguleikar at brúka tínar førleikar innan projektering og tína teknisku vitan um vegir og anlegg.

 

Landsverk arbeiðir miðvíst við at menna fakliga umhvørvið, og at finna loysnir, sum eru tilevnaðar til føroysk viðurskifti. Tú fert tí eisini at taka lut í norðurlendskum samstarvi, har loysnir úr ymsu londunum, sum kunnu stuðla undir menningini av infrakervinum í Føroyum, verða viðgjørdar.

Royndir frá uppgávum innan ferðslu og ferðslutrygd kunnu vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Ert tú nýútbúgvin og brennir fyri økinum, ert tú eisini vælkomin at søkja. Uppgávurnar verða tillagaðar eftir tínum royndum og førleikum, meðan tú eisini fært upplæring frá starvsfeløgunum á deildini.

Vit vænta at tú

  • ert útbúgvin verkfrøðingur
  • hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa og at raðfesta uppgávurnar
  • megnar at leggja til rættis, stýra og halda eyga við gongdini í verkætlanum og tryggja, at tær vera lidnar til tíðina
  • hevur góðar kt-førleikar og megnar at seta teg inn í nýggj forrit innan økið
  • ert nýhugsin og dámar at hava ábyrgd
  • hevur kunnleika ella hug at seta teg inn í lógirnar á økinum og standardirnar innanfyri vega- og ferðsluøkið
  • hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendsku málunum
  • hevur koyrikort

Vit bjóða
Tú verður partur av Deildini fyri Infrakervi, har vit hava ábyrgd av at menna og útbyggja infrakervið og planleggja flytføri í samstarvi við m.a. politisku skipanina. Vit planleggja, kravfesta og góðkenna havnir, lendingar og landsvegir og tryggja at hesi spæla væl saman, og hava harumframt myndugleikaviðgerð, uppmátingar, innsavnan av ferðslu- og veðurdátum og uppgávur innan tilbúgvingarøkið.

Vit bjóða eitt starv, har tú hevur ávirkan á títt ábyrgdarøki og kanst menna tínar førleikar. Tú fært stóra ábyrgd, sum verður tillagað til tínar royndir. Vit hava nógvar týðandi uppgávur, sum skulu loysast, og bjóða samstundis smidligar karmar um arbeiðið. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum og íkastinum hjá hvør øðrum. Vit hava eitt óhátíðarligt samstarv, har opin samrøða og álit myndar gerandisdagin.

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tú ynskir tað. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Tænastustaðurin er í skrivstovuni í Havn. Tú mást tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. Februar 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara á Deildini fyri Infrakervi, á tlf. 290 873 ella daho@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið