Hotel Vágar
Útgivið
19. februar 2024
Útgongur
29. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Longu í vár, letur nýggja og stásiliga Hotel Vágar upp og vit leita tí eftir ágrýtnum og smílandi starvsfólkum til tænastudeildina á nýggja hotellinum.

Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara.

Ert tú mentur og spentur at veita tænastu í serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær. Royndir úr hotelvinnuni eru fyrimunir.

Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.

Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg. Eisini sleppur tú at taka lut í skapanini og menningini av Hotel Vágum, heilt frá byrjan.

Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki, bæði í matstovuni og í móttøkuni. Snøgt sagt, at verða vertur!

Vit vænta at tú

  • Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
  • Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
  • Dámar væl at arbeiða við skiftandi uppgávum og í skiftandi vaktum
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið

Setan
Størvini eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum.

Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 29. februar 2024. Samrøður verða stutt eftir freist.

Byrjanardagur er 25. mars ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri meira kunning um starvið.

Um okkum
Í fjør varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú er stásiliga hotellið við at verða klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit spent uppá at lata dyrna upp fyri fyrstu gestunum í vár.

Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið