Lýsing
Ella vilt tú arbeiða hjá okkum uml. 30 tímar um vikuna?'
SPORT 24 í Klaksvík ynskir at fáa ein lærling á toymi. Tó ber eisini til, at senda okkum eina umsókn, um tú ynskir at arbeiða uml. 30 tímar um vikuna, sum faklært ella ófaklært handilsfólk. Tað vil siga, at okkum tørvar ein lærling ella eitt handilsfólk.
Í SPORT 24 arbeiða vit hvønn dag við at skapa tað góða arbeiðsplássi. Starvsfólkini trívast væl, og tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, sum fyritøka. Tí vit trúgva at trivnaður og góð kundatænasta fylgjast. So um tú ert okkara nýggi lærlingur ella starvsfólk, so er okkara ynski, at tú ert ein, ið:
- Stuðlar uppundir eina positiva virkismentan
- Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
- Ert áhugað/ur í at selja og geva kundanum eina góða uppliving
- Ert fleksibul í samband við arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir (arbeiðstíðirnar fevna eisini um leygardagar, aðrir serligar dagar t.d. Tunnilsdagar – og at desember mánaði fyllir nógv)
- Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi
Starvsbyrjan er um 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú læru?
Ynskir tú, at læra meira um klæðir, ítróttaútgerð og um kundatænastu? At mennast, har ið skúli og arbeiðslív ganga hond í hond? So hevur tú møguleikan her. Tú verður útlærd/ur innan handil við sergrein.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, tó ber til at søkja um annað tímatal. Hetta kann ávirka longdina av lærutíðini. Greið frá tínum ynskjum í umsóknini.
Við FHS ella búskaparbreyt er lærutíðin 2 ár. Um tú hevur aðra miðnámsútbúgving ert tú vælkomin at søkja, men tá krevst at tú tekur einkult fak á donskum skúla (online) í 5 vikur, sum skjótast.
Í lærutíðini skalt tú hava møguleikan at fara til Danmarkar í skúla fýra ferðir í tvær vikur hvørja ferð.
Verður tú væntandi liðug/ur við miðnám í summar, so ert tú hjartaliga vælkomin at søkja. Týdningarmikið er tó, at hetta kemur greitt fram í umsóknini.
Vilt tú starvast uml. 30 tímar?
Um tú ynskir at søkja sum fak- ella ófaklært handilsfólk, so ert tú vælkomin. Í umsóknini mást tú greiða frá, hvat tú gert til dagligt, og hvussu hetta t.d. kann hanga saman við starvinum.
Umsókn
Send okkum eina umsókn, saman við viðkomandi prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum til
asa@sport24.fo - viðmerk ”Lærupláss” ella “Uml. 30 tímar”.
Umsóknarfreistin er 18. mars 2025 á midnátt.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, á tlf. 257786 (gerandisdagar millum kl. 10 – 15) ella við at senda ein teldupost.