Posta
Útgivið
5. august 2026
Útgongur
19. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Tað skal vera lætt at vera kundi hjá Posta. Tað er okkara mál, og nú leita vit eftir einum vinnuráðgeva, sum kann styrkja sambandið við okkara vinnukundar og hjálpa okkum at menna tænastur og kundaupplivingar.

Tú verður andlitið hjá Posta úti hjá vinnukundunum og okkara umboð á marknaðinum. Tú byggir kundasambond og skapar sølu, og hjálpir okkum samstundis at skilja tørvin hjá kundunum.

Um starvið

Ein stórur partur av arbeiðinum er úti hjá kundunum, har tú lurtar, spyrt, ráðgevur og byggir sambond. Tú ert við til at tryggja, at vit bjóða loysnir, sum hóska til tørvin hjá kundunum.

Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað at:

  • skapa nýggjar sølumøguleikar
  • røkja og menna verandi vinnukundasambond
  • ráðgeva og vitja kundar um alt landið
  • fylgja upp upp á tilboð, avtalur og úrslit
  • bera vitan um kundatørv víðari í felagnum
  • røkja samskifti og avtalur við postverk og flutningsveitarar kring heimin

Um teg

Tú trívist, har fólk eru. Tú ert forvitin, dugir at lurta og skapar álit. Tú trívist bæði saman við kundunum, á telefonini og framman fyri telduna.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur lætt við at skapa og røkja sambond
  • ert forvitin, arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • hevur handilsligt tev og hug at skapa úrslit
  • dugir væl at samskifta bæði skrivliga og munnliga á føroyskum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir við sølu og/ella kundarøkt, men tað er ikki eitt krav.

Vit bjóða tær

Tú fært eitt sjálvstøðugt starv við ábyrgd, ávirkan og góðum møguleikum at seta tín dám á arbeiðið við sølu og vinnukundum.

Harumframt bjóða vit:

  • ábyrgd av egnum kundum og frælsi í arbeiðsdegnum
  • upplæring í okkara tænastum og skipanum
  • eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum og góðum trivnaði

Tú vísir til stjóran og arbeiðir tætt saman við bæði rakstrardeildini, kundatænastu og marknaðardeildini fyri at tryggja, at vit skapa virði fyri kundarnar.

Arbeiðsstaðurin er á Óðinshædd í Havn.

Samband og freist

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Edvard Remberg, stjóra, á tlf. 236018, teldupost edvard@posta.fo ella Báru á Lag, samskiftis- og HR-leiðara, tlf. 236049, bara@posta.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit viðgera umsóknir so hvørt. Evstamarkið at søkja er 19. august 2026.

Søk her: Vinnuráðgevi til Posta

Líknandi størv

Maskinførari til norðurøkið   Faroe Islands nýtt
7. august 2026
7. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið