Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
7. september 2023
Útgongur
21. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir vísindaligum hjálparfólki til Føroyamálsdeildina

Starvsøki
Hevur tú hug at arbeiða við føroyskum máli og mentanartilfari? Hevur tú hegni at arbeiða við teksti, talgildari skráseting og viðgerð av dátum?

So ert tú kanska tann rætta/rætti at taka við starvi sum vísindaligt hjálparfólk á Ljóðsavninum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Tínar høvuðsuppgávur verða at

  • røkja og menna savnið við ljóðupptøkum á deildini og harumframt taka ímóti, skráseta og varðveita nýinnsavnað ljóðtilfar
  • saman við øðrum vísindaligum hjálparfólki røkja og dagføra onnur søvn á deildini, soleiðis at savnstilfarið lætt at finna fram til gransking og onnur viðkomandi endamál
  • vera granskarum og umsitingini á deildini til hjálpar, t.d. í sambandi við útgávur, dátuviðgerð, ráðstevnur og verkætlanir
  • rættlesa vísindaligar/fakligar tekstir

Føroyamálsdeildin bjóðar út BA- og MA-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum, BA-útbúgving í Listaligum arbeiði og MA-diplom í Føroyskum sum øðrummáli. Harumframt er ein Máltøknidepil knýttur at deildini. Á deildini eru 16 starvsfólk í føstum starvi umframt verkætlanarsett og umleið 70 lesandi.

Førleikar
Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú hevur førleika at arbeiða við føroyskum máli og mentan og hevur

  • viðkomandi útbúgving á master/kandidatstigi
  • góð samstarvsevni
  • sjálvstøðugt arbeiðslag

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við skrásetingarskipanum og dátugrunnum.

Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.

Starvið verður sett 1. oktober 2023 ella eftir avtalu.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreist er 21. september 2023.

Umsókn
Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her.

Neyvari upplýsingar
Neyvari upplýsingar fáast við at venda sær til Berg Djurhuus Hansen, dekan á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og Føroyamálsdeildina síggjast á www.setur.fo. Upplýsingar um søvnini á Føroyamálsdeildini síggjast á www.setur.fo/fo/setrid/almennar-taenastur-og-grunnar/sovn/talgildu-sovnini/

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast. 

Líknandi størv

12. maj 2025
Námsfrøðingar til Mylnuhúsið   Faroe Islands nýtt
12. maj 2025
12. maj 2025
Roknskaparfólk til fíggjardeildina   Faroe Islands nýtt
12. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið