Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
8. januar 2026
Útgongur
29. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir vísindaligum hjálparfólki at stuðla undir vaksandi virksemið og granskingina á deplinum. Starvið fevnir um tøkniliga viðgerð av dátum og stuðlandi arbeiði við málsligum tilfari. Vit bjóða eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv í spennandi, tvørfakligum umhvørvi. Talan er um hálvtíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.

Um starvið
Sum vísindaligt hjálparfólk fert tú at gerast partur av toyminum á Máltøknideplinum. Uppgávurnar fevna m.a. um at:

  • Umsita og góðskutryggja málsligar dátugrunnar
  • Viðlíkahalda tilfeingi og amboð, sum Máltøknidepilin varðar av
  • Samstarva við granskarar - taka lut í smærri verkætlanum og hjálpa við vísindaligari og almennari miðlan
  • Reka og menna heimasíðu
  • Skjalfesta mannagongdir

Førleikar
Vit leita eftir einum málvísindafólki við tøkniligum hegni. Vit vænta, at tú hevur:

  • MA-prógv í føroyskum (ella samsvarandi útbúgving í máli/málvísindum)
  • Førleikar í grundleggjandi forritan
  • Sjálvstøðugt og skipað arbeiðslag
  • Góð samstarvsevni
  • Stóran áhuga fyri økinum og grundleggjandi kunnleika um mál, máltøkni og vitlíki

Arbeiðsroyndir við máltøkni er ein fyrimunur. Víst verður til málpolitikk Fróðskaparsetursins, sum sæst her.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Umsóknarfreistin er 29. januar 2026. Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Søk starvið her.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at senda Máltøknideplinum ein teldupost til mtd@setur.fo ella við at ringja til Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, tlf. 292548.

Um Máltøknidepilin
Máltøknidepilin er ein granskingardepil á Fróðskaparsetri Føroya.

Á Máltøknideplinum verður arbeitt tvørvísindaliga við menning av føroyskari máltøkni. Depilin er staðsettur á Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi við Náttúruvísindadeildina. Virksemið á deplinum fer fram í einum granskingar- og lestrarumhvørvi í støðugari menning, og samstarvað verður við stovnar bæði innan- og uttanlands. Í løtuni eru fleiri smærri og størri verkætlanir í gongd á deplinum. Les meira á heimasíðuni.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 850 lesandi og 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum, grunnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið