Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
7. marts 2025
Útgongur
18. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fróðskaparsetrið søkir eftir vísindastarvsfólki til Náttúruvísindadeildina.

Náttúruvísindadeildin veitir bachelorútbúgvingar í kt-verkfrøði, verkfrøði og lívfrøði umframt masterútbúgving í dátuvísindum og diplomútbúgving í web-menning. Meira kunning um útbúgvingarnar er at finna á okkara heimasíðu www.setur.fo.

Granskingarevnini á Náttúruvísindadeildini eru fjølbroytt og fevna millum annað um byggiverkfrøði, grønt orkuskifti, havstreym og aldu, veður og veðurlagsbroytingar, teldufrøði og dátuvísindi, biostatistikk, bioinformatikk, ílegugransking, almenna lív- og evnafrøði, aling og fiskastovnar.

Starvið
Vit sóknast eftir eldhugaðum, ágrýtnum og dugnaligum starvsfeløgum til okkara granskingar- og undirvísingartoymi í verkfrøði ella alisfrøði (t.d. jarðalisfrøði, havalisfrøði o.a.).

Høvuðsuppgávur:

  1. Undirvísing:Tú skalt undirvísa á bachelorstøði í evnum, sum eru viðkomandi fyri verkfrøði og/ella alisfrøði. Tú verður við til at menna undirvísingartilfar og skipa fyri praktiskum starvsstovuroyndum og feltroyndum.
  2. Gransking: Tú skal virka innan gransking og kunna vísa á royndir innan gransking á tínum øki. Tað verður væntað, at tú arbeiðir við at menna nýggjar granskingarverkætlanir og søkir stuðul frá altjóða og føroyskum stuðulsstovnum.
  3. Vegleiðing: Tú vegleiðir lesandi í verkætlanum og ritgerðum á øllum námsstigum og hjálpir teimum at menna teirra fakligu førleikar.
  4. Samskifti: Tú tekur lut í fakligum og altjóða samstarvi við aðrar granskarar og stovnar, eins og við vinnulívið. Tú verður við til at styrkja sambandið millum universitetið og viðkomandi vinnur og stovnar.
  5. Menning av fakøkinum: Tú tekur lut í fakligum menningararbeiði, bæði í undirvísing og gransking. Harumframt verður tú við til at dagføra læruætlanir, so tær fylgja nýggjastu altjóða menning innan verkfrøði og náttúruvísindi.
  6. Fakligur førleiki: Tú hevur viðkomandi útbúgving á master- ella ph.d.-stigi innan verkfrøði, alisfrøði ella líknandi økjum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við undirvísing og gransking innan jarðalisfrøði, havalisfrøði ella øðrum tilsvarandi sergreinum

Førleikar og royndir:
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi universitetsútbúgving (MSc ella Ph.d.) í til dømis byggiverkfrøði, el-verkfrøði, maskin-verkfrøði, dátuvísindi, støddfrøði/hagfrøði, alisfrøði, ella líknandi. Umframt neyðuga útbúgving, verður stórur dentur lagdur á viðkomandi arbeiðsroyndir. Harumframt er væntað at umsøkjari:

  • Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og/ella enskum
  • Hevur royndir við tvørfakligum samstarvi og gransking á altjóða stigi
  • Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum
  • Hevur evni at skipa fyri og stýra granskingarverkætlanum

Umsókn
Við grundgivnari (motiveraðari) umsókn skulu fylgja heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), fullfíggjað CV, útgávulisti og lýsing av royndum av og áhugamálum í undirvísing, gransking og menning. Umsøkjarar kunnu senda í mesta lagi fimm av sínum útgávum við umsóknini, sum teir meta hava týdning fyri umsóknina.

Umsóknin við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal skrivast á enskum og sendast her

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin at søkja er 18.04.2025. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar
Fyri meira kunning ber til at seta teg í samband við útbúgvingarleiðaran fyri verkfrøðideildina, Bárður Joensen, á bardurj@setur.fo ella á telefon +298 293944. Meira kunning um Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini fæst á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið