Lýsing
Til deildina hjá okkum í Saltangará, leita vit eftir einum handils- og goymslufólki.
Talan er um eitt spennandi starv við skiftandi arbeiðsuppgávum.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at:
- Veita hjálp og tænastu til kundar ið støkka inn á gólvið.
- Røkta goymsluna, vørumóttøkuna og verkstaðið.
- Bíleggja vørur og tilfar til okkara nógvu verkætlanir, ið dagliga eru í gongd.
- Umframt aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur.
Vit vænta at tú:
- Ert álítandi, væl skipað/ur og røkin.
- Hevur lætt við at samskifta og nýta teldu.
- Vísir áhuga í el og el-arbeiði.
- Hevur koyrikort.
Talan er um fulltíðarstarv. Løn smb. sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Í elcon kunnu vit bjóða tær eitt gott arbeiðsumhvørvi, dugnaligar starvsfelagar, umframt eitt arbeiði við spennandi og mennandi uppgávum.
Hevur hettar tín áhuga, so ert tú vækomin at senda okkum eina umsókn á elcon@elcon.fo. Freistin at søkja er mánadagin 12. august. Vit hava setanarsamrøður leypandi.
Eru spurningar ella ivamál, kanst tú ringja til Dion Splidt, fíggjar- og fyrisitingarstjóra, á 296070, ella vitja okkum á deildini í Saltangará