Urtagarðstænastan
Lýsing
Urtagarðstænastan søkir eftir einum arbeiðsmanni/kvinnu til fyrifallandi arbeiði, ið fevnir um eitt nú:
- Útiarbeiði av ymsum slag
- Maskinkoyring og grevstur
- At gera og røkja trivnaðarøkir
- Nýgerð av kirkjugarði
- Stoyping og annað líknandi arbeiði
Vit vænta, at tú ert:
- Raskur/røsk og álítandi
- Fyrimunur er, um tú hevur royndir innan líknandi arbeiði
- Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort
Setanartreytir:
Arbeiðið er í útgangsstøði full tíð, men tað ber til at tosa um aðrar loysnir
Starvið verður sett skjótast gjørligt
Løn eftir nærri avtalu millum arbeiðsgevara og umsøkjara
Send okkum eina umsókn á : Haraldur@blomuhusid.fo
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Harald S. Hammer – tlf. 513031
Haraldur@blomuhusid.fo