SP/F Miðberg
Lýsing
Vit leita eftir einum starvsfólki at arbeiða í handlinum um morgunin.
Arbeiðstíðin er vanliga kl. 04.00–12.00, men tað er eisini møguleiki at arbeiða kl. 04.00–10.00, um tað passar betur.
Arbeiðið inniber at pakka ordrar til handlar og at arbeiða í handlinum.
Hetta er eitt hugnaligt arbeiði í einum góðum arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum. Tú fært tíðliga frí, so tú hevur restina av degnum til tín sjálvs.
Vit ynskja, at viðkomandi kann byrja skjótast gjørligt. Vilt tú vera partur av okkara morguntoymi, hoyra vit fegin frá tær. Sigbjørg 270933