Lýsing
Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólkum at arbeiða í vikuskiftum. Størvini verða sett so skjótt tilber.
Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja dygdargóðar heilsutænastur við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.
Á Niðristovu búgva 14 fólk.
Førleikakrøv og karmar
Heilsufakligar útbúgvinar, men ert tú undir útbúgving ella hevur hug til at arbeiða innan umsorganar-/eldraøkið, so tilskilar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sær rætt til at seta teg í tíðaravmarkað starv, um eingi heilsustarvsfólk søkja.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur, eins og góða upplæring.
Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Lív við Ravnagil, deildarleiðara, á tel. +298 793435 ella við telduposti til livr@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er 30. september 2023.