IRF
Útgivið
17. oktober 2024
Útgongur
3. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær at veita góða kundatænastu, ert tú tøkniliga forvitin og trívist tú í einum ferðmiklum gerandisdegi? Hjá IRF leita vit eftir einum ágrýtnum starvsfólki til kundatænastu okkara.

IRF strembar eftir at ganga á odda á burturkastøkinum og at gera sítt fyri at gera Føroyar burðardyggari, og øll starvsfólkini hjá IRF eiga lut í hesum týdningarmikla arbeiði – eisini tú, um tú gerst partur av kundatænastu okkara.

Um starvið

Burturkastið í Føroyum skal í enn størri mun gerast til eitt tilfeingi, og komandi árið fær IRF fleiri nýggjar og spennandi uppgávur, sum tú eisini verður ein partur av.

Sum starvsfólk á kundatænastuni gerst tú partur av einum toymi, sum raðfestir góða kundatænastu og sum strembar eftir at gera innsavningina av burturkasti effektivari og burðardyggari.

Á deildini vegleiða og avgreiða vit borgarum og vinnukundum. Tú kemur at leggja til rættis koyrirutur og hava dagligt samskifti við starvsfólkini, sum skipa innsavningina av burturkasti kring landið. Tú kemur at arbeiða við ymiskum telduskipanum, og tú fært eisini ein virknan leiklut í menningini av deildini.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Vegleiðing um tænastur okkara
  • Ordramóttøku
  • Telefonavgreiðslu
  • Samskipan av rutum
  • Skráseting av uppgávum
  • Fakturering
  • Annað skrivstovuarbeiði

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi ástøðiliga útbúgving innan logistik, flutning, skrivstovu, fyrisiting, e.l.
  • hevur góðar telduførleikar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • ert tænastusinnað/ur og tosar væl við kundar
  • dugir væl at orða teg á føroys kum

Vit bjóða
Vit bjóða tær ein spennandi gerandisdag, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og vit eru errin av hesum starvsfólkunum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Starvstaðurin er á høvðusskrivstovuni á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella annað sáttmálaøkið, ið er viðkomandi fyri starvið.

Umsóknarfreist
Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 3. nov. 2024.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til HR-leiðaran, Suffíu Høj á tlf. 23 42 37.

Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 40.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt minni skal brennast og alsamt meira skal endurvinnast - umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo

Líknandi størv

3. Meistari til Smyril   Faroe Islands nýtt
14. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið