Lýsing
Smyril Line søkir eftir maskinassistenti til Norrønu at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða eitt starv, har tú fært góða upplæring og verður partur av einum ágrýtnum toymi.
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum arbeiðssomum persóni við handverkaraútbúgving innan maskin-, bil- ella rørsmíð. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða undir trýsti.
Tú hevur/fært tær galdandi heilsuprógv. Vit bjóða trygdarskeið umborð.
Arbeiðsuppgávur hjá maskindeildini eru, at:
- Tryggja maskinrakstur og viðlíkahald
- Standa fyri innkeypi
- Leggja arbeiðsætlan fyri toymið
- Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini
Sum maskinassistentur kemur tú at taka lut í dagliga rakstrinum og í viðlíkahaldsarbeiðinum umborð.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 23. apríl 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Viðmerk “Maskinassistentur til Norrønu” í evnisteigin.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við maskinstjórarnar, Heðin Mortensen og Eyðun Djurhuus, á tel. 344846.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.