Lýsing
Vit sóknast eftir KT samskipara til KT Landsins, sum er deild á Gjaldstovuni. Í KT Landsins starvast 12 fólk.
Tú skalt vera høgra hond og varafólk hjá deildarstjóranum í Kt Landsins, og tú skalt samskipa ymsar uppgávur á deildini.
Starvið er fjøltáttað. Tú skalt vera virkisrøktari og samskipa uppgávur, sum krevja verkætlanarleiðslu. Vit rokna eisini við, at tú hevur ávíst búskaparligt innlit, soleiðis at tú kanst hava ein leiklut í at stýra búskapinum í KT Landsins.
Tú skalt hava um hendi samskifti við stovnar, orða uppgávur og tryggja, at uppgávurnar verða bornar á mál.
Ítøkiliga er starvið at:
- Standa fyri smáum KT verkætlanum
- Samskipa fundir o.tíl. við stovnar
- Tryggja kunning o.tíl. til stovnar og brúkarar, t.d. orða tíðindabrøv í samráði við kunningarfunkuna á Gjaldstovuni
- Standa fyri uppfylgingum av sáttmálum saman við serfrøði á økinum
- Samskipa útboð saman við Keypi Landsins
- Fylgja við, at játtanin verður hildin og samskifta við Roknskapardeildina
- Tryggja, at skjalfestingar eru í lagi saman við serfrøði á økinum
- Yvirskipað at hjálpa til við uppgávustýringini á deildini
- Hava skipaðar fundir við stovnar um tær veitingar, sum KT Landsins veitir.
Setanin verður grundað á eginleikar, útbúgving og royndir.
Um teg
Tú skalt hava útbúgving, sum er á bachelorstigi ella hægri.
Tú skalt hava royndir:
- við fyrisiting og helst almennari
- at arbeiða í KT organisatiónum
- at gera kravfestingar til loysnir og leiða KT verkætlanir
- at arbeiða við útboðum
- við kundasamskifti og -røkt.
Vit rokna eisini við, at tú dugir búskaparstýring og helst hevur onkra útbúgving innan økið.
Talan er um nógv skrivligt samskifti og skrivliga kunning. Tí mást tú duga væl at orða teg í orð og talu á føroyskum, donskum og enskum. Tú skalt duga væl at skriva føroyskt.
Tú ert opin og megnar sjálvstøðugt at fáa góð sambond við teir stovnar og undirvísingarstovnar, sum brúka loysnir hjá KT Landsins.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Tú skalt hava útbúgving, sum er fevnd av sáttmálanum hjá AKF ella BLF. Viðbót verður veitt fyri leiðsluuppgávuna. Verður starvið sett eftir sáttmálanum hjá AKF, er viðbótin sum deildarleiðari 1. Verður starvið sett eftir BLF sáttmálanum, er viðbótin 2.000 krónur um mánaðin.
Umsóknarfreistin er 25. mai í 2023. Umsóknina og viðkomandi skjøl skalt tú senda til starv@gjaldstovan.fo og skriva "KT samskipari til Gjaldstovuna" sum evni.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Birgir av Steinum, deildarstjóra á tlf. 792499 ella á birgir@gjaldstovan.fo.
---
Gjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnan í almennari búskaparstýring í Føroyum.
Høvuðsmálsøkini á Gjaldstovuni eru:
- Løn og Bókhald Landsins
- Landsroknskapur
- KT Landsins
- Keyp Landsins
- KT Trygd
- Talgildu Føroyar
Vit eru á leið 70 starvsfólk, og 12 okkara starvast í KT Landsins, sum veitir almennu- og undirvísingarstovnunum KT loysnir og KT undirstøðukervi. Økini í KT landsins eru:
Landsnet: 60 stovnar við á leið 3.000 brúkarum og 2.400 teldum eru partar av hesum neti.
Skúlanet: Tá netið er liðugt sett í verk, verður samlaða talið av brúkarum okkurt um 6.000.
Skjalahald: 46 stovnar og 45 undirvísingarstovnar verða við í Skjalhaldi.
Endamálið við Landsneti og Skúlaneti er at skapa effektivitet, stórrakstur, savna vitan og økja um KT trygdina.
Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum og húsast í Albert Hall á Argjum saman við Hagstovuni og Landsbankanum. Vit hava góðar arbeiðsumstøður og góða kantinu.