
Lýsing
Vit søkja eftir einum ágrýtnum fólkið, ið hevur hug at vera við til at menna MR-EL.
Vegna økt virksemi við sølu og uppsetan av hitapumpum, sóknast vit eftir einum rør- ella maskinsmiðið til montering av hitapumpum. Tú fær eisini møguleika at eftirútbúgva teg innan hitapumpu service o.a..
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og áhugavert arbeiðspláss, sum er í støðugari menning. Vit leggja dent á, at arbeiðsumhvørvið er gott og at okkara starvsfólk hava møguleika at seta sín dám á teirra arbeiðið. Vit eru 10 fólk í starvi í dag og fevnir hetta um elektrikarar, lærlingar, maskinsmiður og
fyrisitingarfólk.
Tín vangi
- Ert útbúgvin rør- ella maskinsmiður
- Ert røkin og arbeiðssamur/-som
- Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugur/-støðug
Løn og setanartreytir
Vit bjóða góða løn og setanartreytir í samsvara við tína útbúgving og tínum royndum.
Meira at vita
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ragnar Vest á 225587 ella Marner Kjærbo Veyhe á 221135.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skal sendast til mrel@mrel.fo