Lýsing
Hevur tú førleikar til at sýna báta- og maskinskaðar, og kundi tú hugsað tær eitt smidligt fríyrkisstarv? So er uppgávan sum sýnsfólk fyri Trygd kanska nakað fyri teg.
Vit samstarva við uttanhýsis sýnsfólk, tá ið tryggingarskaðar skulu sýnast, m.a. skaðar á bilar, hús, bátar og arbeiðsmaskinur. Nú sóknast vit eftir einum fríyrkisfólki, ið kann átaka sær at sýna skaðar á bátar og maskinur eftir tørvi.
Um uppgávuna
Talan er um 100-200 árligar skaðar, ið tú sum fríyrkisfólk skalt sýna. Sýnsuppgávan fevnir m.a. um sýnsfrágreiðing, eftirlit og samskifti við umvælarar umframt beinleiðis samskifti við kundar og starvsfólk í Trygd.
Uppgávurnar eru kring alt landið, og vit leggja dent á, at tær verða bæði væl og skjótt loystar. Sum sýnsfólk ert tú fyrsti liður í samskiftinum við okkara kundar, og tí hava svartíðir og tænastustøði høga raðfesting, tá ið vit skulu meta um innkomnu umsóknirnar. Avtalan við fríyrkisfólkið verður í fyrsta umfari gjørd fyri tvey ár.