Tórshavnar Kommuna
Lýsing
Kommunala Brennistøðin søkir eftir einum maskinførara til Tyrvingarplássið í Húsahaga, ið er núverandi móttøkupláss fyri burturkast, ið skal tyrvast, og mold í Tórshavnar kommunu.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:
- avgreiðsla, eftirlit og vegleiðing
- maskinkoyring
- reinhald, røkt og annað fyrifallandi arbeiði
Harumframt kann roknast við øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi.