Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólki til fast starv og starvsfólk til at avloysa á Bú- og viðgerðarstovni fyri ung í Klaksvík.
Um starvið
Fasta starvið er fulla tíð og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er at gera avtalu um eitt sindur niðursettan arbeiðsbrøk, um ynski er um tað.
Byrjað verður 01.06.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er Mýrivegur 13 kj. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.