Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið leitar eftir einum sjónligum, nærverandi og fakliga dugnaligum leiðara til eindina Barnaverndarstovnar.
Nýggi leiðarin kemur at leiða tveir bú- og viðgerðarstovnar í Tórshavn. Talan er um bú- og viðgerðarstovnarnar í Grásteinsgøtu 2c og á Gróthúsvegi 4.
Leiðslutoymið í eindini er eindarleiðarin og 4 leiðarar. Leiðarin vísir til eindarleiðaran.
Starvið er fulla tíð og verður sett 01.09.2025.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144755&DepartmentId=19150&MediaId=4615