Hiddenfjord
Útgivið
4. maj 2026
Útgongur
17. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum skipaðum summarferiuavloysara í eitt tíðarskeið á millum 8 til 10 vikur. Starvið er ætlað at dekka inn fyri tvey starvsfólk, sum fara á feriu skiftivís, og tí verður arbeiðið fjølbroytt og týðandi fyri dagliga raksturin.

Arbeiðstíð

  • Skiftandi arbeiðstíðir, bæði morgun- og seinnapartstíðir. Arbeitt er eisini í vikuskiftinum.
  • Arbeiðstíðirnar verða lagdar í samráð við starvsfólkaskrivstovuna og framleiðsluna

Dagligar uppgávur

  • Taka ímóti starvsfólki og svara fyrispurningum (feria, arbeiðstíð, frítíð o.a.)
  • Setan av starvsfólki og yvirlit yvir manning
  • Samskifta við framleiðslu og økisfólk um dagsins arbeiði
  • Hjálpa starvsfólki við praktiskum og fyrisitingarligum spurningum

Aðrar uppgávur

  • Hjálpa til við upplæring og trivnaði hjá starvsfólkum
  • Avloysa í ymiskum uppgávum eftir tørvi

Vit vænta, at tú:

  • Er skipað/ur og álítandi
  • Er fleksibul og trívist við skiftandi arbeiðstíðum
  • Er sinnað/ur at arbeiða sunnudagar
  • Er fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk starvsfólk
  • Trívist við bæði fyrisitingarligum og praktiskum arbeiði
  • Hevur grundleggjandi telduførleikar

Arbeiðsstað: Góðskingarvirkið hjá Hiddenfjord í Sørvági

Umsókn
Umsókn við stuttari frágreiðing um teg og tínar royndir kann sendast til heida.nolsoe@hiddenfjord.com í seinasta lagi fríggjadagin 17/5/26. Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heiðu Nolsøe á tlf. +298 288252

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Hiddenfjord hevur smoltstøð, aling á sjónum, góðskingarvirki og søludeild. Vit leggja stóran dent á menning, dygd og at virka í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

4. maj 2026
4. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið