Heilsuhjálparfelag Føroya
Útgivið
7. oktober 2025
Útgongur
24. oktober 2025
Staður
Fríðriks Petersensgøta 7 , FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
mary@hhff.fo

Lýsing

Heilsuhjálparfelag Føroya leitar eftir einum skrivara, sum hevur áhuga og innlit í fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarviðurskiftir.

Skrivarin arbeiðir í tøttum samstarvi við forkvinnu og nevnd felagsins og er virkin í arbeiðinum at menna heilsuhjálparayrkið og fremja áhugamálini hjá limum felagsins.

Starvið fevnir um umsitingarligar, ráðgevandi og fyriskipandi uppgávur. Gerandisdagurin er bæði virkin og fjølbroyttur, so evnini at skifta skjótt ímillum ymisk sløg av uppgávum eru avgerandi. Afturfyri bjóða vit eitt sjálvstøðugt og tilpass spennandi og mennandi starv, sum tú sjálv/ur kanst verða við til at mynda í einum felagsskapi, har vit við eldhuga samstarva tætt og í góðum huglagi.

Arbeiðið fevnir m.a. um at:

  • Vera móttøka hjá felagnum, herundir svara telefon og teldupostum í vanligari arbeiðstíð og umsita umsitingarskipanirnar og heimasíðuna hjá felagnum
  • Málsviðgera og tryggja limunum góða og skjóta ráðgeving um løn og sáttmálaviðurskifti annars
  • Røkja fíggjarviðurskifti felagsins og umsita bókhaldið
  • Skipa fyri limatiltøkum og vitja arbeiðspláss hjá limunum saman við forkvinnuni
  • Vera skrivari hjá nevndini á nevndarfundum og undir samráðingum, herundir fyrireika mál, skjalfesta avgerðir og fylgja upp

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava sum mest av hesum førleikum:

  • Viðkomandi miðallanga útbúgving
  • Royndir við umsitingarligum arbeiði og góðan telduførleika
  • Megna skjótt at seta seg inn í sáttmálan og fáa sær innlit í viðkomandi lógarøki og siðvenjur
  • Góð samstarvsevni, men skal eisini duga at arbeiða sjálvstøðugt og handfara truplar støður
  • Samskifta væl og siðiliga við ymiskar málbólkar í ymiskum samanhangum, og skal duga væl at orða seg skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
  • Ikki vera uppgávukræsin, men vilja leypa til og taka eina hond í, har brúk er fyri tí, tá brúk er fyri tí


Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, sum fyri tað mesta er í vanligari skrivstovutíð. Lønin verður avtalað við støði í avvarðandi sáttmála

Umsókn
Umsókn, prógv og lívrensl (cv) skulu í seinasta lagi  24 oktober kl 12.00 sendast til:
Heilsuhjálparafelag Føroya, teldupostur: mary@hhff.fo

Upplýsingar um felagið eru á heimasíðuni http://www.hhff.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mary Antonsdóttir, forkvinnu á tlf 788725.

Líknandi størv

7. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið