Lýsing
Um starvið
Talan er um fast starv, fulla tíð, at byrja 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður vanliga gerandisdagar í dagtímunum. Starvið er í bókhaldinum, har tað í løtuni starvast fimm starvsfólk. Bókhaldstoymið er partur av Fíggjardeildini, sum hevur 18 starvsfólk.
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir um vanligar roknskapar- og bókhaldsuppgávur, so sum at avgreiða rokningar, at stemma kontoavrit av og líknandi. Sum partur av starvinum er nógv samskifti innanhýsis um innkeyp, mannagongdir og annað, umframt samskifti við veitarar. Arbeitt verður fyri tað mesta í Búskaparskipan Landsins, umframt øðrum skipanum hjá landinum.
Sí lýsing her