Lýsing
Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) leitar eftir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum skrivstovufólki at byrja 1. januar 2027. Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjøltáttaðar, og tú fert í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt. Við starvinum fært tú fjølbroyttar arbeiðsroyndir, og tú fært innilt í, hvussu ein sjálvboðin felagsskapur verður rikin.
UM OKKUM
MFS er ein lestrarfelagsskapur, sum er myndaður av sjálvbodnum lesandi. Vit arbeiða fyri at betra viðurskifti, ið á einhvønn hátt ávirka lesandi. Í yvir 60 ár hevur MFS arbeitt fyri lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd og uppskot løgd fram.
HØVUÐSUPPGÁVUR
Talan er um eitt kvarttíðarstarv og arbeiðstíðin er sett til áleið 10 tímar um vikuna. Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar:
- At føra bókhald
- At avgreiða ymisk fíggjarviðurskifti, so sum at gjalda rokningar, fremja flytingar, o.s.fr.
- At umsita samskifti felagsins
- At røkja heimasíðu og sosialu miðlar felagsins í samstarv við ráðslimir
- At varða av skrivstovuni hjá MFS í Tórshavn
Umframt hetta eru aðrar fyrifallandi uppgávur.
FØRLEIKAKRØV
Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, bæði munnliga og skrivliga. Tað er ein fyrimunur um tú eisini ert stinn/ur í enskum og donskum. Tað er eisini ein fyrimunur um tú hevur royndir við bókhaldi og roknskapi. Tú hevur innlit í hvussu politiska skipanin í Føroyum virkar og hevur grundleggjandi vitan um viðurskifti, sum ávirka føroysk lesandi.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið eftir lønarflokki 3. Starvsbyrjan er 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Starvið kann skipast sum lestrarstarv, men tað er ikki krav at tú ert lesandi.
Umsókn og CV kunnu sendast til mfs@mfs.fo og freistin at søkja er 7. desember 2026.