Lýsing
Starvsfólk til kommunulæknaviðtalu 2 í Runavík, Joan Skibenæs
Lýst verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi, ella einum ágrýtnum persóni við aðrari viðkomandi útbúgving ella arbeiðserfaring, til kommunulæknaviðtalu 2 í Runavík. Arbeiðsbrøkurin er 0,5-0,7, alt eftir avtalu.
Talan er um eitt farloyvisstarv frá skjótast til ber og til 30. Sept. 26. Starvið er sera fjølbroytt, púra vist meira fjølbroytt enn tú helt, men sera gevandi fakliga.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur arbeitt í kommunulæknaviðtalu, í læknavaktini og/ella við Cosmic áður.
Ágrýtni at læra er eisini absolut ein fyrimunur.
Lønin er sambært avtalu.
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast við e-posti til runavik2@kl.fo.
Freistin at søkja er 22. Mars kl. 12.00.
Møguligir spurningar til starvið, kunnu eisini sendast til runavik2@kl.fo.
Gleðið meg til at hoyra frá tær:o)
Vinarliga
Joan Skibenæs, Kommunulækni, Runavík