Bakkafrost
Útgivið
13. april 2026
Útgongur
15. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Bakkafrost sóknast eftir arbeiðsfólki til handfaring av hjávøru

Arbeiðsøki
Framleiðsluvirkið á Glyvrum er ein liður í virkseminum hjá Bakkafrost, sum er at framleiða hágóðskulaks til kundar okkara. Starvið snýr seg um at handfara hjávøru frá framleiðsluni, umframt at loysa av í sambandi við renovationsarbeiði.
Á Glyvrum hava vit kryvjivirki (Harvest) og góðskingarvirki (VAP) umframt høvuðsskrivsstovu. Tað eru umleið 450 starvsfólk, sum hava sína dagligu gongd á Glyvrum.

Tín vangamynd
Vit søknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og sjálvstøðugum starvsfeløga við góðum samstarvsevnum.
Starvið inniber trukkkoyring og arbeiði við meyrusýru og klori. Tað er tí ein fyrimunur, um tú hevur kemiskeið og trukkkort.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Vit bjóða tær møguleikan at arbeiða á einum arbeiðsplássi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir
Talan er um tímalønt starv. Arbeitt verður í skiftivaktum.

Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava góða kantinu, og møguleiki er at vera við í eini matarskipan

Meira at vita
Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 15. apríl 2026. Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið