Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
10. maj 2026
Útgongur
21. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Virksemið í Baldursbrá verður økt við einari nýggjari vøggustovu og einari nýggjari barnagarðsstovu, og tí søkja vit eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til starvsbyrjan 1. august 2026.

Vit søkja eftir:

  • Trimum starvsfólkum til vøggustovu á 30 tímar um vikuna
  • Eitt starvsfólk til vøggustovu á 20 tímum um vikuna
  • Trimum starvsfólkum til barnagarðsstovu á 30 tímar um vikuna
  • Eitt starvsfólk til barnagarðsstovu á 28 tímar um vikuna

Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.

Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.

Í løtuni eru tríggjar barnagarðsstovur til børn í aldrinum 3-6 ár og ein vøggustova til børn í aldrinum 0-3 ár.

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo

Starvsfólk til Baldursbrá freistin er 21. mai 2026

Líknandi størv

11. maj 2026
Matstovuleiðari til matstovuna á KG   Faroe Islands nýtt
11. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið