Hotel KG
Útgivið
11. maj 2026
Útgongur
22. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum matstovuleiðara til nýggju matstovuna á KG, sum letur upp í summar.

Um starvið
Sum matstovuleiðari fært tú ábyrgdina av dagliga rakstrinum í matstovuni og verður við til at skapa eina góða uppliving fyri okkara gestir. Tú verður ein týðandi partur av at menna konseptið, byggja eitt sterkt toymi og tryggja høga góðsku í bæði tænastu og uppliving.

Arbeiðsuppgávur

  • Leiða og samskipa dagliga raksturin í matstovuni
  • Starvsfólkaleiðsla og vaktarskipan
  • Tryggja góða gestatænastu og høga góðsku
  • Samstarva við køk og hotellleiðslu
  • Vera við til at menna matstovukonsept og arbeiðsgongdir
  • Fylgja upp á sølu, rakstur og trivnað

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur royndir innan matstovu- ella hotellvinnu
  • Hevur leiðsluroyndir
  • Ert fyrikomandi, skipað/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Dugir væl at samskifta og samstarva
  • Hevur áhuga fyri mati, víni og góðari tænastu

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv í nýggjum umhvørvi
  • Møguleika at seta tín dám á matstovuna frá byrjan
  • Góð arbeiðsviðurskifti og dugnaligar starvsfelagar

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið