Messan
Útgivið
10. maj 2026
Útgongur
22. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum livandi og spennandi umhvørvi í summar?

Vit leita eftir einum jaligum og arbeiðssomum persóni til starv sum køkshjálp og annað fyrifallandi arbeiði í okkara mentanarhúsi í Sørvági.

Vit leita bæði eftir einum persóni til fast starv og eftir avloysarum eftir tørvi.

Um starvið
Høvuðsuppgávan verður at hjálpa til í kaféini, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum saman við okkara lítla og hugnaliga toymi.

Arbeiðsuppgávurnar kunnu m.a. vera:

  • Hjálp í køkinum og kaféini
  • Servering og avgreiðsla
  • Rudding og annað fyrifallandi arbeiði
  • Vera við til at fyrireika tiltøk

Vit vænta ikki, at tú:

  • Hevur útbúgving ella royndir
  • Veitst alt frammanundan

Vit leggja størri dent á, at tú:

  • Hevur eina arbeiðssama og jaliga tilgongd
  • Ert álítandi og fyrikomandi
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

  • Eitt spennandi summarstarv
  • Møguleika at arbeiða fast og/ella sum avloysari eftir tørvi
  • Gott arbeiðsumhvørvi í einum lítlum og góðum toymi
  • Fjölbroyttar arbeiðsuppgávur

Arbeiðspláss: Sørvágur

Umsókn
Umsóknir skulu sendast til:
messan@messan.fo

Um spurningar eru til størvini, kann man venda sær til Jórunn Gudmundsen, leiðara á Messuni, á tlf: 234433.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Starvsbyrjan er sum skjótast ella frá 1. juni 2026.

Líknandi størv

11. maj 2026
Matstovuleiðari til matstovuna á KG   Faroe Islands nýtt
11. maj 2026
10. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið