NUMO
Útgivið
12. maj 2026
Útgongur
20. maj 2026
Staður
Smyrilsvegur 20. Postsmoga 1165, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv
T-post
numo@numo.fo

Lýsing

Kom og lær hjá NUMO.

Kom við á NUMO liðið – og lær nakað, sum veruliga gevur meining!

NUMO leitar eftir einum hugagóðum næmingi, sum ynskir at læra um, hvussu føroyska vinnulívið, búskapur og samfelag virkar – í verki og ikki bara á pappírinum. Hjá NUMO fært tú eina spennandi starvsleið innan grannskoðan, ráðgeving og løgfrøði innan vinnufelagsrætt.

Hvat fært tú?

  • Veruligt arbeiði frá fyrsta degi
  • Løn undir lestri
  • Møguleika at lesa HD og seinni cand.merc.aud.
  • Eina útbúgving, sum kann føra til at tú gerst statsautoriseraður/løggildur grannskoðari
  • Kunnleika til grannskoðan, bókhald, roknskap, skatt, felagslógir og ráðgeving
  • Felagsskap við dugnaligum og fittum starvsfólki

Hvør ert tú?
Tú ert ein, sum:

  • Hevur tikið, ella ert í ferð við at taka students-, HF- ella HH-prógv
  • Hevur áhuga fyri búskapi og samfelagi
  • Hevur vilja at læra og arbeiða
  • Dámar at skilja samanhangir og seta spurningar
  • Er til reiðar at brúka høvdið og taka ábyrgd

Um NUMO
Vit eru eitt føroyskt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, stovnað í 2012.

Vit hjálpa virkjum og feløgum við:

  • Grannskoðan og roknskapi
  • Skatti og bókhaldi
  • Keypi, sølu og umskipan
  • Ráðgeving innan felagslóg

Vit eru staðsett í Tórshavn, Klaksvík og Vági, og tú verður knýtt/ur at skrivstovuni í Havn. Tú kanst vænta at skula arbeiða eitt sindur á hinum deildunum eisini.

Hvussu og nær?
Lærutíðin byrjar 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett áðrenn summarfrítíðina

Umsóknarfreist: 20. mai 2026

Hvat gert tú nú?
Send eina stutta og greiða umsókn við prógvi til:

numo@numo.fo

Spurningar?
Slá uppá tráðin til Bjarna Arnason á 551300
Slá uppá tráðin til Gert Drangastein á 551350

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

11. maj 2026
Matstovuleiðari til matstovuna á KG   Faroe Islands nýtt
11. maj 2026
10. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið