Lýsing
- Ert tú lesandi ella ynskir nakrir eyka arbeiðstímar? Sí nærri her.
SPORT 24 í Klaksvík sóknast eftir einum starvsfólki, sum kann gerast partur av okkara seinnapart toymi. Tú kemur at arbeiða 1-2 gerandisdagar umframt fast annan hvønn leygardag. Til ber, at fáa fleiri tímar, tá ið tørvur er á eyka hondum í samband við feriu ella jólasølu.
Vit ynskja at tú kann byrja beinanvegin.
Hvat kunnu vit bjóða tær?
- Fyrikomandi starvsfelagar
- Starvsfólkaavsláttur
- Eitt arbeiðspláss, har tú samskiftir við starvsfelagar kring landið
- At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning. Har dentur verður lagdur á “tað góða arbeiðsplássið”
Tú ert ein sum:
- Veitir góða kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
- Samskiftir væl við kundarnar og helst á føroyskum
- Dugur at síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
- Og týdningarmest av øllum, ein ið tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan.
Vit arbeiða hvønn dag í felag, at skapa tað góða arbeiðsplássi. Hetta kann bert gerast veruleiki, um hvørt einasta starvsfólk gongur á odda fyri hjálpsemi og blíðskapi mótvegis øðrum starvsfeløgum – bæði nær og fjar.
Ljóðar hetta spennandi?
So frætta vit fegin frá tær áðrenn 24. mai á midnátt.
Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo
Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.
Vit gleða okkum!
___________________________________
SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.