Lýsing
Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið umframt leiðslu hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegnið at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum í
Porkeri skúlárið 2026/27.
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virksemi skúlans. Umframt at leiða skúlans virksemi og starvsfólk, gongur leiðarin undan í góðum samstarvi við myndugleikar og heim. Áhugi og hegni at vera í leiðslu- og í lærarayrkinum er ein fyritreyt fyri at trívast og hepnast í starvinum. Skúlastjórin er bæði leiðari skúlans og hevur undirvísingartímar.
Skúlastjórin luttekur virkið í teimum tiltøkum og samstørvum, sum avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám.
Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við kommunu, aðrar myndugleikar og aðrar skúlar.
Tað eru áleið 32 næmingar úr 1. - 7. flokk í skúlanum skúlaárið 2026/27. Tað eru áleið 4
fulltíðarstørv í skúlanum í Porkeri.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
- útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava lokið ella eru í gongd við góðkenda leiðsluútbúgving
- viðkomandi starvsroyndir
- førleika at leiða og fyrisita
- góð samstarvsevni við børn, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar
- hegnið at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum
- eina tilgongd til leiðslustarvið, ið er kveikjandi og er opin fyri nýhugsan og møguleikum
- førleika at fíggjar- og rakstrarstýra
- innlit í viðkomandi lógarverk, so skúlin verður leiddur eftir ásetingum, og at virkað verður eftir galdandi lógarverki
Lønar- og setanartreytir
Skúlastjórastarvið í skúlanum í Porkeri er flokkað sambært galdandi avtalu millum.
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 34-1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. 47.752,61 umframt 17% í eftirløn.
Starvið er sáttmálasett uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumaður frammanundan.
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í skúlanum í Porkeri. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal vera
Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 29. mai 2026 kl. 12.00.
Starvið verður sett frá 1. august 2026.
Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110
Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Vagn Foldbo, deildarleiðara á vagnf@uvs.fo ella á 200900.
Undirvísingarstýrið er eind undir Mentamálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo