Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
13. maj 2026
Útgongur
1. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum.

Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftir trimum námsfrøðingum til Mylnuhúsið, at byrja 10. august 2026, størvini eru á 30 og 35 tímar um vikuna ella eftir avtalu.

Um ikki námsfrøðingar søkja, verða atstøðingar ella hjálparfólk sett tíðaravmarkað í staðin.

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagarði, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 54 børnum í aldrinum 0-6 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit, til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo

Námsfrøðingar til Mylnuhúsið freistin er 1. juni 2026

Líknandi størv

13. maj 2026
13. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið