Landssjúkrahúsið
Lýsing
Køkurin søkir eftir einum kostfakligum starvsfólki at vera summarferiuavloysari summarið 2026. Vit bjóða ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag saman við góðum starvsfelagum
Talan er um tíðarskeiðið juni, juli, august og møguliga inn í september.
Við atliti til upplæringina í arbeiðsgongdum, er tíðarskeiðið, har avloyst verður, í minsta lagi 4 vikur. Vinaliga skriva í umsóknini um til ber at avloysa alt tíðarskeiðið, ella um til ber at avloysa styttri tíðarskeið. Viðmerk eisini hvat tíðarskeið tú søkir.