Lýsing
Vit søkja eftir starvsfólki til umsitingina á Landsbókasavninum at seta 1. desember ella skjótast til ber.
Hevur tú útbúgving innan skrivstovuyrkið ella aðra viðkomandi útbúgving og hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So ert tú møguliga tann vit søkja eftir.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um
- at umsita stuðulsjáttanirnar sum Landsbókasavnið umsitur
- at umsita goymslurnar á stovninum
- í toymum m.a. at arbeiða við umsiting av elektroniskum skipanum so sum e- og ljóðbøkur á netinum og umsiting av Wired Relations.
- at starvast í móttøkuni
- annað skrivstovuarbeiði
Førleikakrøv
- viðkomandi útbúgving innan skrivstovuyrkið ella aðra viðkomandi útbúgving
. talskil. Kunnleiki til Excel er ein fyrimunur
. góðan teldukunnleika á brúkarastøði
- góðan tænastuhugburð
- Góð samstarvsevni
- sjálvstøðugt arbeiðslag
- góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv í einum spennandi bókasavnsumhvørvi í menning. Í løtuni eru vit 20 starvsfólk ið mynda stovnin.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. desember 2022. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 7. november 2022.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 340511
Hevur hetta áhuga
kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum av prógvum og yrkisleið (cv) til:
Anniku Smith, Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo
Um okkum
Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu.