Maria Poulsen HVS
Útgivið
6. maj 2026
Útgongur
19. maj 2026
Staður
Cuba
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

RØRSMÍÐ
Rørsmiðja okkara hevur tørv á enn fleiri dugnaligum handverkarum til mongu spennandi uppgávurnar, sum vit hava fyri framman.

Starvið sum handverkari/rørsmiður er eitt avbjóðandi starv, tí rørsmiðja okkara átekur sær uppgávur av øllum slag. Møguleiki er fyri at fáa sær serkunnleika til ávísar uppgávur ella at fáa uppgávur, sum tryggja, at eingin dagur er eins.

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilir týdningin av góðum handverki, og sum er førur fyri at arbeiðja sjálvstøðugt. Vit vóna at fáa enn ein dugnaligan og nærlagdan handverkara, sum við ídni fer til verka. At tú hevur royndir innan rørsmíð er sjálvsagt ein fyrimunur. Eisini er gott, um tú hevur koyrikort.

Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfeløgum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræðið, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar, sum frá líður.

Tann rætti handerkarin/rørsmiðurin fær eina løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar. Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at ringja til Jón Samuelsen á tlf 71 20 20 fyri at hoyra nærri um starvið.

Starvið verður sett, so skjótt sum tann rættiumsøkjarin er funnin, vit taka atlit til ynski hjá umsøkjaranum um byrjanardag.

Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir kunnu sendasttil kd@mp.fo
spurningar til arbeiði: 71 20 20

Um Mariu Poulsen
‍Maria Poulsen er meir enn 170ár og er millum elstu fyritøkur í landinum. Vit eru tann størsti HVS heildar veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitaskipanir, vatn, ventilatión, kloakk, og baðirrúmmøblar. Tað starvast um 40 starvsfólk hjá Mariu Poulsen

Líknandi størv

Kondittari til Amarant   Faroe Islands nýtt
6. maj 2026
Starvsfólk til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
6. maj 2026
Dámar tær væl at gera mat?   Faroe Islands nýtt
6. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið