Lýsing
Er tú áhugað í at læra, forvitin og til reiðar at gerast partur av eini fyritøku í vøkstri?
Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingi til bókhaldið og fyrisitingina.
Í lærutíðini kemur tú at gera bókhalds- og skrivstovuarbeiðið, at samskifta við kundar og vetitarar umframt at avgreiða aðrar fyrifallandi uppgávur.
Útbúgving og royndir:
Vit vænta at tú:
- FHS, HH ella búskaparbreyt.
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.
- Hevur góðar telduførleikar viðvíkjandi office-forritum og sosialum miðlum.
Persónligir eginleikar:
Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:
- Hevur góð samstarvsevnirert fleksibul og tænastusinnað/ur.
- Ert ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt sum frá líður.
- Ert álítandi og vísir øðrum virðing.
Setanarviðurskifti:
Starvið sum skrivstovulærlingur verður løn sambært avtalu við Samverk. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Duritu Krosstind Gregersen tlf. 739511 ella skriva teldupost til durita@el.fo.
Umsókn
Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera ELFO í hendi í seinasta lagi 12. august 2026. Umsóknir kunnu sendast í telduposti til durita@el.fo ella við posti til ELFO, Slættanesvegur 5, 100 Tórshavn. Rætti umsøkjarin byrjar í skrivstovulæru skjótast til ber.
Um ELFO
ELFO starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. ELFO er ein fyritøka í menning og tað starvast í løtuni 43 fólk hjá ELFO, harav flestu arbeiða úti hjá kundum, meðan 4-6 fólk dagliga eru á kontórinum.