Bakkafrost
Útgivið
20. august 2026
Útgongur
10. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Bakkafrost søkir eftir maskinfólki til smoltstøðina við Gjógv

Vit søkja eftir einum ágrýtnum maskinfólki til smoltstøðina við Gjógv. Sum maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki

Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur m.a. at røkja fylgjandi uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

Tú fert at hava ábyrgd av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin eletrikari, smiðjur, maskinistur, maskinmeistari ella líknandi. Tú ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Somuleiðis hevur tú KT-førleikar á brúkarastøði.

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum tryggum og góðum arbeiðsumhvørvi. Tú fært góðar starvsfólkatryggingar, verður partur av okkara bonusskipan og hevur møguleika at luttaka í okkara partabrævaskipan.

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Jákup Joensen, formann, á tel. 23 50 78, ella við telduposti til krjo@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreist er 9. september 2026. Starvið verður sett sum skjótast.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið