Lýsing
Vit leita eftir tveimum ágrýtnum og hugagóðum lærlingum, sum hava áhuga í sølu og designi, og sum hava hug at gerast partur av okkara dugnaliga toymi
Sum lærlingur hjá okkum fært tú møguleika at læra alt um sølu, kundatænastu og innrætting, meðan tú arbeiðir í einum inspirerandi umhvørvi við vøkrum møblum og designi.
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
- Hevur áhuga fyri møblum og innrætting
- Ert fyrikomandi og opin
- Hevur FHS, hægri handilsskúla ella aðra viðkomandi útbúgving
Hjá okkum fært tú:
- Eina spennandi og læruríka útbúgving
- Gott og hjálpsamt arbeiðsumhvørvi
- Arbeiðsroyndir í einum nútímans handli
- Góðar arbeiðstíðir*
- Skúlagongd í Føroyum ella Danmark sum part av lærutíðini
Vit leggja stóran dent á góða kundatænastu og góðar upplivingar - og vit leita eftir tær, sum ert opin, fyrikomandi og dámar at arbeiða við fólki.
Hevur tú spurningar? Vend tær til Sandri, handilsleiðara, á tlf. 77 10 10 ella sandri@ide.fo
Send eina stutta umsókn til: sandri@ide.fo
Vit hava brúk fyri tær sum skjótast - men bíða fegin eftir tí rætta.
* Gev gætur: Vit fara tó framvegis at hava opið útvaldar leygardagar í samband við serlig tiltøk og tíðarskeið - millum annað leygardagar upp undir jól.