Lýsing
Søkt verður eftir laboranti til spennandi og avbjóðandi uppgávur á mikrobiologisku kanningarstovuni.
Ert tú hugtikin av mikrobiologi og trívist í einum dynamiskum umhvørvi í eini nýmótans kanningarstovu? Ert tú nærlagdur, dugnaligur og dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi? Ert tú klárur at vera við til at seta nýggjar kanningarhættir í gongd? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Kanningarstovan ger mikrobiologiskar kanningar fyri vinnuna, kommunur og myndugleikar.
Umframt at vera væl útgjørd við nýggjari og nútímans útgerð til kanningarnar, er dygdin á kanningarstovuni á altjóða støði og verður góðskustýrd eftir ISO/IEC 17025.
Arbeiðsuppgávur
- mikrobiologiskar kanningar av:
- matvørum
- vatni og sjógvi
- fóðri
- umhvørvi
- innkoyring av kanningarhættum
- menning og viðlíkahald av góðskuskipan
- arbeiði við telduskipanum, PCR dátuviðgerð
- annað vanligt arbeiði á kanningarstovuni
Vit nýta/menna framkomnar kanningarhættir sum til dømis PCR.
Tínir førleikar og útbúgving
- lokið prógv sum laborantur ella líknandi
- góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt í skrift og talu
- góðan teldukunnleika
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.
Tíð og setanarviðurskifti
Talan er um eitt 60% starv, t.d. tríggjar dagar um vikuna.
Arbeiðstíðin er mest sannlíkt mánadagar, týsdagar og mikudagar, umframt vikuskiftisarbeiði uppá skift.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Lønin verður í flokki 5 sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 06.09.2026. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo ella til:
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Smyrilsvegur 7
100 Tórshavn
Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Janus Vang, deildarleiðara, tlf. 556480 ella teldupost jav@hfs.fo.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum. Mikrobiologiska kanningarstovan er altjóða góðkend eftir ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Á mikrobiologiska kanningarstovuni arbeiða 10 fólk.