Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
2. september 2026
Útgongur
25. september 2026
Staður
Varðagøta 16, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
T-post
heilbrigdi@heilbrigdi.fo

Lýsing

Vit hava nógv at gera og tí søkja vit eftir ráðgeva til fast starv at arbeiða fulla tíð

Um Heilbrigdi
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur veitt viðgerð til rúsevnismisnýtarar. Arbeitt verður sambært 12 stiga skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerð.
Stovnurin hevur døgnopið allar dagar í árinum.

Lýsing
Vit søkja eftir eldhugaðum fólki, sum hevur royndir at arbeiða innan rúsviðgerð og sum í øllum lutum er fyrimynd fyri misnýtarar, ið koma til viðgerðar á Heilbrigdi.

Talan er um fulltíðarstarv, sum heild vanligar yrkadagar, tó kann koma fyri, at arbeitt verður aðrar tíðir eisini

Starvið hjá ráðgevanum umfatar m.a.:

  • halda fyrilestrar
  • bólka- og einstaklingaviðgerð
  • familju- og avvarðandiviðgerð
  • eftirviðgerð
  • luttøku í allari viðgerðargongdini, sum Heilbrigdi bjóðar og kemur at bjóða
  • ráðgevin hevur beinleiðis tilvísing til programleiðaran/leiðaran

Vit vænta at umsøkjarin:

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við rúsmisnýtarum
  • er tænastusinnað/ur og fyrikomandi,
  • hevur góð samstarvsevni og vilja til samstarv við bæði misnýtarar og starvsfelagar
  • hevur ábyrgdarkenslu og ynskir at vera við til at skapa tryggleika og góðan trivnað á stovninum
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • hevur innlit í virksemið og ella arbeiðsroyndir á rúsevnisøkinum
  • hevur koyrikort
  • reina revsiváttan
  • útbúgving sum rúsviðgerði er ein fyrimunur

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Starvið gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.
  • Innleiðslu
  • Supervisión

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

Starvið verður lýst til setanar frá 1. november 2026 ella so skjótt sum gjørligt.

Heilbrigdi skilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki hevur søkt.

Umsókn verður at senda til:

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Varðagøta 16
100 Tórshavn
Att.: Annika Holm, stovnsleiðara

ella teldupost: heilbrigdi@heilbrigdi.fo

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 25. september 2026

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara, annika@heilbrigdi.fo ella á telefon 580379

Meira kunning um Heilbrigdi er at finna á www.heilbrigdi.fo

Líknandi størv

2. september 2026
2. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið