Tórshavnar kommuna
Útgivið
2. september 2026
Útgongur
15. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir einum samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærara í tíðaravmarkað starv frá 1. oktober 2026 til og við 18. juni 2027.

Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í støddfrøði í mið- og hádeild.

Lønarbrotið er 1,0.

Søkt verður eftir lærara, sum

  • dugir at samstarva
  • virka í toymum
  • er fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð
  • dámar avbjóðingar og torir at ganga nýggjar leiðir
  • hevur áræði til at taka ábyrgd.

Førleikakrøv

Til starvið krevst læraraprógv.

Skúlin bjóðar

  • nútímans skúla
  • starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
  • góðar arbeiðsumstøður
  • starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanin.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. september 2027, kl.12.

Tú fært meiri at vita

um starvið frá Turid Vang Frederiksen, skúlastjóra, á tlf. 280 318.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn
ella við telduposti: turid.frederiksen@skulin.fo

Um skúlan:

Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 370 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 35 lærarar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.

Líknandi størv

2. september 2026
2. september 2026
ALS søkir eftir skrivstovunæmingi   Faroe Islands nýtt
1. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið