Lýsing
Vilt tú hava eitt ábyrgdarfult starv, har tú við góðari málsviðgerð og greiðum samskifti ert við til at tryggja borgarum røtt og rættstundis útgjøld?
Vit søkja eftir einum málsviðgera, sum kann byrja 1. november ella skjótast gjørligt.
Um starvið
Sum málsviðgeri hjá okkum fert tú at viðgera umsóknir um útgjøld úr ymsum grunnum og skipanum, eitt nú barsilspengar, ferðastuðul og rentustuðul.
Tú fert millum annað at:
- skráseta og journalisera upplýsingar
- avgera, hvørt treytirnar fyri útgjaldi eru loknar
- tryggja, at mál verða viðgjørd eftir galdandi reglum
- bóka flytingar og eftirkanna, at útgjøldini eru røtt
- fylgja málunum, til tey eru endaliga avgreidd
Samskifti við borgarar er ein týðandi partur av starvinum. Tí leggja vit dent á, at tú samskiftir greitt, virðiliga og tænastusinnað.
Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella hollar og viðkomandi skrivstovuroyndir.
Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til almenna fyrisiting og hevur royndir við málsviðgerð og journalisering. Innlit í bókhald og roknskap er eisini ein fyrimunur. Gott er harumframt, um tú kennir til vitlíki og dugir at meta um fyrimunir og vansar við at nýta tað sum arbeiðsamboð.
Vit leggja dent á, at tú:
- ert fyrikomandi
- arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
- tekur ábyrgd av tínum arbeiðsuppgávum
- dugir at taka avgerðir við støði í lógum og reglum
- hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar KT-loysnir
- dugir væl føroyskt, bæði í talu og skrift, og hevur góðan førleika í enskum
Tær nýtist ikki at kenna arbeiðsøkið hjá okkum frammanundan. Tað er minst líka umráðandi, at tú hevur hug at læra og taka við nýggjum avbjóðingum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv.
Lønin er í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, alt eftir útbúgving.
Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Umsóknarfreistin er 20. september
Søk starvið við at fylla út talgilda umsóknarblaðið hjá okkum.
Viðheft umsókn, lívrensl, prógv og møgulig viðmæli.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella lk@taks.fo.