Lýsing
Vit leita eftir einum námsfrøðingi, sum vil vera við til at skapa ein tryggan, stuttligan og mennandi gerandisdag fyri børnini – og sum hevur hug at arbeiða fakliga, nærverandi og saman við øðrum.
Vit søkja námsfrøðing til barnagarðsstovu.
Starvssetan
- 30–40 tímar um vikuna
- Setan frá 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Um Alvalon
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit hava góðar møguleikar at brúka náttúruna og nærumhvørvið, og vit leggja dent á at vera nógv úti og regluliga fara á túrar í nærumhvørvinum.
Stovnurin er víðkaður seinasta árið, og vit hava í dag góðar karmar, bæði í nýggjum og eldri hølum, sum geva fjølbroyttar møguleikar í námsfrøðiliga arbeiðinum.
Á stovninum eru:
- 3 vøggustovur
- 3 barnagarðsstovur
- 1 elstabólkur
Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at børnini kenna seg trygg, sædd og sum ein týdningarmiklan part av felagsskapinum. Vit arbeiða tí tilvitað við relatiónum og tilknýti og við at skapa ein gerandisdag við ró, nærveru, spæli og menning.
Vit leggja dent á, at:
- børnini hava eina rødd og fáa møguleika at ávirka sín gerandisdag
- børnini fáa ein fjølbroyttan gerandisdag við spæli, upplivingum og hóskandi avbjóðingum
- vit arbeiða skipað og brúka m.a. smærri bólkar
- vit eru nærverandi og forvitin saman við børnunum
- vit brúka bæði inni- og útirúm aktivt í námsfrøðiliga arbeiðinum
Eitt gott og álítandi foreldrasamstarv er ein sjálvsagdur partur av arbeiðinum, og vit síggja foreldrini sum týdningarmiklar samstarvspartar kring barnið.
Vit arbeiða eisini við fakligari menning og eru partur av verkætlanini „Saman um barnið – Vitan í verki“, sum fevnir um alt barna- og ungdómsøkið í Vágum.
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt arbeiðspláss við góðum karmum og fjølbroyttum møguleikum
- Eitt toymi við bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum
- Eitt arbeiðslag, har fakligheit og samstarv verða raðfest
- At verða partur av einum stovni í menning, har pláss er fyri hugskotum og nýhugsan
- Námsfrøðiligar fundir og fakliga refleksjón
- Tíð til fyrireiking og eftirmeting
Vit vænta av tær
- At tú arbeiðir fakliga grundað og tekur ábyrgd
- At tú hevur góð samstarvsevni og ert við til at skapa eitt gott arbeiðslag
- At tú megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- At tú ert nærverandi, áhugað/ur og virkin í samveruni við børnini
- At tú sært møguleikar í øllum børnum og dugir at taka støði í tí einstaka barninum
- At tú hevur hugflog og tekur stig til spæl og virksemi saman við børnunum
- At tú trívist við at vera úti og hevur hug at brúka náttúruna og nærumhvørvið í námsfrøðiliga arbeiðinum
Setanarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Sambært galdandi reglum verður barnaváttan fingin til vega áðrenn setan.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf. 233240.
Umsókn
Umsókn, saman við prógvi og lívsrensli, skal sendast til alvalon@sorvag.fo í seinasta lagi mánadagin 21. september 2026.